Innanlands

Sea Shepherd bjóðar Føroyum sjey milliónir fyri at steðga grindadrápi

Umhvørvisfelagsskapurin bjóðar landinum 100.000 evrur hvørt ár næstu tíggju árini, gevast vit at drepa hval

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-25 22:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sea Shepherd, sum seinastu árini hevur gjørt nógv vart við seg í Føroyum í sambandi við grindadráp, kemur nú við einum boði til landsstýrið.

Samanlagt 1 millión evrur, góðar 7 milliónir krónur, næstu 10 árini fyri at steðga at drepa grind.

Tað skrivar Sea Shepherd UK í tíðindaskrivi í dag.

Peningurin verður goldin í tíggju gjøldum við ársbyrjan næstu tíggju árini. Uppskotið frá felagsskapinum er at fyrsta tíðarskeiðið byrjar 1. januar 2019 og at fyrstu 100.000 evrurnar verða goldnar 1. januar 2020.

Kravið er at eingin hvalur verður dripin.

Sea Shepherd krevur eisini at pengarnir verða brúktir til ávís tiltøk. Millum annað skúlatilfar til føroysk børn um lívið í sjónum, og venjing til føroyingar at hjálpa strandaðum hvalum út aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder