Innanlands

Sea Shepherd vísir aftur at tey hava stolið

Slíkur atburður er í andsøgn við okkara strategi í Føroyum, sigur talskvinna fyri umhvørvisfelagsskapin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-08-14 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sea Shepherd vísir aftur, at tað er felagsskapurin, sum skal hava stolið mønustingararnir, sum eru horvnir í Bø.

Fyrr í dag høvdu vit eina søgu, har vit siteraðu grindaformann í Bø, sum í samband við at 11 mønustingarar eru horvnir, grunaði um, hvørt tað kundi verið umhvørvisfelagsskapurin, sum stóð aftan fyri.

Les eisini: 11 mønustingarar stolnir í Bø

Hetta er ikki so, sigur Valentina Crast, talskvinna fyri Sea Shepherd í fráboðan fyrrapartin.

- Vit eiga avgjørt ongan lut í hesi hending. Slíkar gerðir eru ikki bert stuttskygdar og tápuligar – tær eru beinleiðis mótvirkandi (kontraproduktivar) í mun til okkara strategi, sum byggir á lokalt samstarv, opið samskifti og lógliga skjalprógvan.

- Okkara arbeiði í Føroyum hevur eittans endamál: At skjalprógva grindadráp og tryggja, at orðaskiftið hevur bestu umstøður, innan- sum uttanlands. Hetta verður  í tráð við galdandi lóg. Herverk og stuldur hoyrir ongastaðni heima í okkara tilgongd, og eru ikki hættir, ið vit brúka ella eggja til, skrivar talskvinnan, sum upplýsir, at Sea Shepherd longu hevur sett seg í samband við løgregluna fyri at vera tøk, um løgreglan skuldi havt spurningar.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder