Innanlands

Seðlarnir koma út klokkan 10 á Oyrarbakka

Talan er um 70 drápspartar – fólk, sum ikki eru uppskrivað kunnu koma klokkan 13 at fáa sær, boðar Sunda kommuna frá

(Mynd: Sunda kommuna)

(Mynd: Sunda kommuna)

2026-05-28 08:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seðlarnir í sambandi við springaradrápið í Streymnesi í gjárkvøldið koma út í bátahylinum á Oyrarbakka í morgun klokkan 10. Sunda kommuna skrivar, at fólk verða biðin um at taka atlit til hvønn annan í sambandi við parkering o.a.

132 springarar løgdu í gjárkvøldið beinini í Streymnesi. Eftir umstøðunum gekk drápið væl. Bert seks bátar vóru við í drápinum, og talan varð um áleið 70 drápspartar.

30 springarar vórðu koyrdir til Eiðis at skera upp. Røktarheimið Mørkin og Leguhúsið í Nesvík fáa eisini partar. 

Fólk, ið eru áhugað at fáa sær eitt kók, men ikki eru uppskrivað í sambandi við drápið, eru vælkomin í bátahylin á Oyrarbakka umleið klokkan 13 at fáa sær, skrivar kommunan. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder