2019-05-29 17:59
Grindin, sum legði beinini í Sandagerði fyrrapartin, telur 145 hval á 1419 skinn.
Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðuni.
Grindin verður býtt í 773 drápspartar og heimapart til smærru plássini í kommununi. Hvør drápsparturin er 0,5 skinn.
Seðlarnir koma út klokkan 21 á Vestaru bryggju.
Grindin verður skift í heimapartar til smærru plássini í kommununi umframt í umleið 773 drápspartar.
Hesar bygdir fáa heimapart:
Hestur
Hvítanes
Kaldbak
Kaldbaksbotnur
Kirkjubøur
Koltur
Nólsoy
Norðradalur
Sund
Syrðadalur
Velbastaður
Staðbundin fólk í bygdunum hava fingið boð um at skipa býtið í bygdunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald