Innanlands

Seðlarnir koma út klokkan hálvgun tólv

Liðugt er at merkja grindina sum legði beinini í Sandagerði í dag, og seðlarnir koma út kl. 23:30. Grindin taldi 78 hvalir

2023-07-09 22:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seðlarnir frá grindini, sum legði beinini í Sandagerði seinnapartin koma út klokkan 23:30. Hetta upplýsir Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.

Tað bleiv tilsamans 78 hvalir, og tá vit prátaðu við sýslumannin fyri lítlari løtu síðani bleiv grindin skift, og tí var ikki møguligt at siga hvussu nógv verður í part.

Seðlarnir koma út á Vestaru bryggju í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder