Innanlands

Seðlarnir koma út klokkan seks

Ikki lidnir at merkja í Hvannasundi, men grindin telur upp ímóti hundrað hvalir. Býtt verður í drápspartar og heimapartar eystan Múla

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-27 22:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um 19-tíðina í kvøld løgdu upp ímóti hundrað hvalir beinini í Hvannasundi. Grindin varð sæð av landi í Árnafirði um 17 tíðina, og tveir tímar seinni var tað yvirstaðið.

Jens Jensen, sýslumaður í Norðoyggjum, upplýsir at seðlarnir koma út klokkan 6 í morginárini, og tað verður á keiini í Hvannasundi.

Býtt verður í drápspartar og eisini til bygdirnar eystan Múla.

Enn er ikki liðugt at merkja hvalirnar, og tí er ikki greitt enn hvat verður í part.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder