
Dagføring 18:12: Í fyrru útgávuni av hesari greinini stóð, at seðlarnir væntandi fóru at koma út klokkan 18:30. Tórshavnar kommuna hevur síðan boðað frá, at seðlarnir koma út á Vestaru bryggju klokkan 19.
--
Tíðliga í morgun, týsdag 26. august, varð ein grind funnin i Hestfirði. Veðurlíkindini gjørdu, at grindin varð rikin inn á Havnina.
Raksturin og sjálvt drápið í Sandagerði gingu væl, staðfesti Kristjan Martin Joensen, sýslumaður, fyri Portalinum. Tó vóru nakrir trupulleikar av, at umleið helmingurin av hvalunum gjørdu landgongd.
Sí eisini: Drápið gekk væl - men tað tók nakað av tíð at fáa teir seinastu
Tórshavnar kommuna upplýsir, at endaliga talið var 31 hval, ella 268 skinn.
Hetta verður býtt í drápspartar.
Sambært torshavn.fo, koma seðlarnir væntandi út klokkan 19.00.
Nógv fólk í Sandagerði fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald