2018-07-03 18:59
Taks boðar frá, at seinasta freist at søkja um ferðastuðul er leygardagin 7. juli.
Ferðastuðul er peningastuðul til tey, sum ferðast longri enn 20 km millum bústað og arbeiðsstað.
Aðrar treytir fyri at fáa ferðastuðul eru m.a., at tú hevur lønarinntøku, ert búsitandi í Føroyum, hevur fulla skattskyldu her og hevur útreiðslur av at ferðast millum bústað og arbeiðsstað.
Taks boðar frá, at ferðastuðulin verður á kontu 7. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald