Tann níggjanda og møguliga seinasta hoyringin um álopið á amerikonsku Kongressina 6. januar 2021 og tilknýtið hjá táverandi forsetanum Donald Trump til hendingarnar tá, verður hildin í Washington í dag. Tað er ein kongressnevnd við limum úr Demokratiska og Republikanska flokkinum, sum hava fingið til uppgávu at kanna alt tað, sum hendi, tá Kongressbygningurin varð álopin av stuðlum hjá Donald Trump, forseta til tess at steðga góðkennigini av forsetavalúrslitinum.
Sambært Washington Post fer hoyringin m.a. at snúgva seg um spildurnýtt tilfar frá Secret Service, sum vísir, at Trump fleiri ferðir varð ávaraður um komandi harðskapin í sambandi tiltøk álopsdagin, men kortini royndi hann at birta uppundir komandi stríðið og samanbrestir. Hetta fara tríggir persónar at umrøða undir hoyringini.
Eisini fara nýggjar sjónvarpsupptøkur og innanhýsis teldusamskifti, sum Secret Service hevur fingið hendur á, at verða víst fram. Kanningarnevndin hevur fleiri ferðir víst á, at úrslitini av kanningini higartil eru eitt greitt tekin um, at Trump má ikki sleppa at stilla uppaftur til enn eitt forsetaval í 2024. Hansara fyrireiking til og luttøka í ætlaðu kvettroyndini í 2021 eigur at forða honum í at kunna endurtaka slíkar brotsgerðir heldur Kanningarnevndin.
Um somu tíð halda kanningarnar fram av skjølunum, sum Donald Trump eftir øllum at døma ólógliga tók við sær úr Hvítu Húsunum til sín bústað Mar-a-Lago í Florida, eftir at hann hevði tapt forsetavalið. Partur av tí málinum er endaður í Hægstarætti.
Dúgliga verður gitt og viðmerkt í amerikonskum miðlum - um og nær løgmálaráðharrin, Merric Garland fer at ákæra Donald Trump fyri lógarbrot í hesum málinum. Sambært miðlum og løgfrøðingum kann úrslitið av kanningini, sum løgmálaráðið hevur sett í verk, enda við, at Trump verður stevndur fyri rættin.
Men aftrat tí háaktuella skjalamálinum er eisini møguleiki fyri, at Donald Trump kann verða stevndur og ákærdur fyri luttøku í og fyri at hava skapt øsing og eggjað sínar sínar stuðlar í álopinum á Kongressina, fyri at forða varaforseta sínum í at góðkenna valúrslitið frá seinasta forsetavali.
Og enn kanning av Trump og har eisini eitt møguligt rættarmál móti Trump finna vit í statinum Georgia, har hann royndi at fáa leiðsluna í statinum at finna ávíst tal av atkvøðum, sum tá skuldu fara til Trump, ið tá hevði vunnið valið í statinum. Í løtuni verður tað málið eisini kannað til fulnar og kann tað eisini enda við enn eini stevning móti Donald Trump.
Enn er ógreitt, hvat fer at henda í mongu málunum, sum Donald Trump so ella so er partur av. Aftrat umrøddu málum er eisini skattasak í New York móti Trump-fyritøkum.
Donald Trump hevur í øllum hesum málum víst aftur ákærunum móti sær og skýrt tær eina jagstran av sær og vera eina roynd at forða honum í at stilla uppaftur til forsetavalið í 2024.
Flestu av amerikonsku miðlunum eru samdir um, at hesi málini eiga at fáa onkra avleiðing fyri fyrrverandi forsetan, sum higartil hevur megnað at sleppa sær undan ákærum og at fara í rættin fyri at hava framt álvarslig lógarbrot og brotsverk.
Kendi løgfrøðingurin Franklin Foer frá Harward University og sum skrivar fyri Atlantic, er ein av royndastu løgfrøðingunum í USA. Hann er ikki í iva og vísir til orðini hjá Garland, hvørja ferð Garland verður spurdur, um Trump fer at verða ákærdur: “No one is above the Law”. Franklin sigur seg hava fylgt við arbeiðinum hjá Garland í mong ár og er vísur í, út frá hansara royndum og vitan innan løgfrøðina, at hann fyrr ella seinni fer í rættin við Trump.
Garland er fullgreiður yvir, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa, nevniliga vandan fyri uppreistri og borgarakríggi. Tann vandin fer tó ikki at fáa Garland at sleppa Trump undan rættarsak, um Garland metir hann hevur nóg mikið av prógvum fyri at ákæra Trump.
Sí leinkju til samrøðu í MSNBC við kenda løgfrøðingin. Samrøðan er miðskeiðis í sendingini hjá kenda sjónvarpsvertinum Lawrence O`Donnell.
Keldur: Washington Post, New York Times, CNN, MSNBC, BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald