Innanlands

Boðaðu frá eldi á smoltstøð

Eldurin var sløktur, og har var eitt sindur av materiellum skaða, men annars eingin fólkskaði, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-04 08:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan 11 fyrrapartin í gjár varð boðað frá eldi á smoltstøðini á Fútakletti.

Boðað varð frá nógvum royki. Sløkkiliðið varð sent á staðið, men eldurin varð longu sløktur, tá tey komu á staðið.

Tað vísti tað seg, at tað var skammlop í einari eldós uppiundir takinum, sum var orsøkin til eldin.

Tað var eitt sindur av materiellum skaða, men hvørki smolt ella fólk fingu skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder