Mentan

Seinasta leikritið í hesum umfari

”EITT LEYGARKVØLD Í BRINGSNAGØTU”, sum Hans Andrias Djurhuus skrivaði í 1947, er 35. og seinasta leikritið, sum forlagið Fannir gevur út

2024-06-21 15:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Forlagið Fannir hevur nú givið út 35. leikritið, ið eisini er tað seinasta í hesum umfari.

Røðin inniheldur leikir, sum hava verið spældir nógv í Føroyum, og sum áður hava verið prentaðir, men eru útseldir.

35. leikritið er ”EITT LEYGARKVØLD Í BRINGSNAGØTU” – dreymaleikur í trimum pørtum, sum Hans Andrias Djurhuus skrivaði í 1947 – seinasti leikur hansara.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis. Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd. Leikrit 35 er 110 síður.

– Leikurin hevur, tað ið vit vita, verið spældur í Funningi fyrst í 1950-árunum. Ivaleyst hevur hann eisini verið spældur í øðrum bygdum.

– Við hesum 35. riti er røðin LEIKRIT fullfíggjað, so sum ætlað var. Gjørt verður vart við, at tað ongantíð var ætlanin at prenta allar leikir, ið settir eru á pall í Føroyum, frá tí at føroyingar tóku stigið og fóru at spæla sjónleik á føroyskum máli á palli, skrivar forlagið í tíðindaskrivi.

– Heimangerðin var at prenta teir leikir, sum eru settir á pall, og sum fyrr eru prentaðir, annaðhvørt í bóklingum, tíðarritum ella sum undanskurður – sum framhald – í føroyskum dagbløðum. Tíðarmarkið uppeftir varð sett til 1949. Kanska tekur onkur táttin upp og letur prenta leikir frá 1950 og upp móti okkara tíð.

Sambært forlagnum eru 200 eintøk prentað av hvørjum leikriti. Øll eru tøk, men fá eintøk eftir av fyrstu leikunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder