2025-07-17 19:33

Spælifilmurin hjá Sakarisi Stóra "Seinasta paradís á jørð" (The Last Paradise On Earth) er í løtuni at síggja í 22 biografum í Avstralia.
Filmurin er partur av Scandinavian Film Festival, sum sýnir norðurlendskar filmar í 22 biografum kring stóra landið “Down Under”. Higartil er filmurin í topp fimm av best umtóktu filmum og hevur fingið góða umrøðu í lokalu fjølmiðlunum.
Filmurin verður eisini sýndur við enskum undirtekstum á G! festivalinum fríggjadagin klokkan 13:00, og gongur føroyski filmurin enn í Havnar Bio.
Listin yvir biografar sum sýna filmin er her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald