placeholder
Innanlands

Seinasta skotið fyri Hvalbiartunlinum verður latið av týsdagin

Vegna almennu tilmælini um fyribyrging av korona verðiur einki alment hátíðarhald

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-07-03 06:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin 7. juli klokkan 16.25 verður seinasta skotið fyri Hvalbiartunlinum latið av. 

Tað verður latið av Trongisvágsmegin.

Landsverk boðar frá, at vegna almennu tilmælini um fyribyrging av korona er ikki møguligt at hava alment hátíðarhald. Í staðin verður hátíðarhaldið fyri innbodnum.

Tvøroyrar hornorkestur spælir, Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki og Jørgen Niclasen, landstýrismaður, halda røðu, og síðani verður farið burturfrá fyri at vera í trygdarfrástøðu, meðan skotið verður latið av.

Sambært Kringvarpinum verður Hvalbiartunnilin tikin í nýstlu í februar komandi ár - eitt ár fyrr enn væntað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder