Mentan

Seinasti dagur á TeenStreet

Umleið 400 føroyingar hava seinastu dagarnar verið á TeenStreet legu í suðurtýska býnum Offenburg

Felagsmyndin 2025. Umleið 400 føroyingar eru við á leguni, og helst er okkurt hjálparfólk, sum hevur verið til arbeiðis hesa løtuna, sum vantar á myndini

Felagsmyndin 2025. Umleið 400 føroyingar eru við á leguni, og helst er okkurt hjálparfólk, sum hevur verið til arbeiðis hesa løtuna, sum vantar á myndini

2025-08-06 13:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag er seinasti dagur á TeenStreet 2025. Seinastu dagarnar hava umleið 400 føroyingar verið á leguni, sum hvørt ár verður hildin í suðurtýska býnum Offenburg.

- Ætlanin ella skemaði fyri dagin líkist annars døgunum, sum hava verið. Stóra frávikið er tó, at í kvøld umleið kl. 23.30 rulla bussarnir við føroysku luttakarunum út av økinum ávegis til Keypmannahavnar, haðani tey flúgva heim til Føroyar í morgin, skrivar Teenstreet Føroyar á Facebook.

260 trúgvandi tannáringar í aldrinum 13-17 ár luttaka í ár á leguni. Hetta er upp ímóti hægsta luttakaratalið, sum er komið úr Føroyum á Teenstreet.

Tilsamans eru eini 3250 fólk á leguni í ár. Við hjálparfólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder