Innanlands

Seinasti tingfundurin verður í morgin

Um ikki okkurt heilt annað kemur, verður hetti seinasti tingfundurin hesa tingsetuna, sigur løgtingsformaðurin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-25 10:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgin klokkan hálvgun tíggju verður tingfundur, og hetta verður eftir øllum at døma seinasti tingfundurin áðrenn tingið fer í summarfrí.

Á skránni verður triðja viðgerð av broytingum í lógini í sjófeingi, og í uppskotinum um at skatta vinning tá veiðirættindi verða seld.

Framhaldandi onnur viðgerð av matstovulógini, sum skal loyva landsstýrismanninum at stongja barrir, verður eisini. Her er samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum, so um málið verður samtykt, verður triðja viðgerð fríggjadagin eisini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder