Innanlands

Seinastu ferðamannaskipini í Vági í ár

Seks ferðamannaskip hava vitjað Vág í summar. Fleiri koma ikki í ár

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2025-07-11 16:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Árstíðin við ferðafólkaskipum í Vági í ár er av. Í summar hava seks ferðafólkaskip vitja Vág og umborð hava yvir 1.700 fólk verið – ferðafólk og manning, upplýsir Vágs kommuna á heimasíðuni.

Seinastu trý árini hevur kommunan arbeitt miðvíst við at fáa ferðafólkaskip á Vág. Arbeiðið at byggja upp eina vinnu við ferðafólkaskipum tekur tíð – serliga orsaka av, at skipini ofta hava lagt sínar ferðir fleiri ár fram í tíð. Harumframt, so skal ein staður hava ymist áhugavert at bjóða ferðafólkunum, ið eru umborð á skipunum.

Starvsfólk hjá kommununi hava lagt nógva orku í, at fáa skip at koma til Vágs, og somuleiðis er nógv orka løgd í fyrireikingararbeiði uppundir komurnar, soleiðis at íbúgvarnir, vinnulívið og ferðafólkini hava fingið nakrar góðar dagar í Vági.

Í 2023 kom eitt ferðafólkaskip á Vág, tað gjørdi tað somuleiðis í 2024. Í ár høvdu sjey skip boðað frá, at tey komu á Vág, men eitt gav avboð fyrst í juni, orsaka av ringum veðri. Fyrsta skipið kom í mai og í juni komu trý skip – øll í somu viku, og í julimánað komu tvey skip. Síðsta skipið, Seabourn Venture, fór avstað mikudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder