2021-01-21 14:09

Veðrið ávirkar samferðsluna í dag. Sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni er eingin koyring í Suðuroynni - talan er um leið 700 og leið 101 - og siglt verður heldur ikki til Fugoyar og Svínoyar og millum Sand og Skúgvoy.
Smyril siglur sum vant, men væntast kunnu seinkingar á túrunum til Havnar. Tað kemst av, at Smyril fyri veður siglur vestanfyri á túrunum til Havnar.
Smyril fer eftir ætlan av Havnini nú klokkan 14.15, og skal av Krambatanga klokkan 17.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald