2020-09-27 09:59
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár var eingin nýggjur tilburður staðfestur, vísa nýggjastu hagtølini frá Heilsumálaráðnum.
Samlaða talið á staðfestum tilburðum er tí framvegis 460.
Tó eru seks fólk afturat staðfest frísk, og eru sostatt 423 fólk staðfest frísk tilsamans. Hetta merkir, at 37 eru smittað í løtuni.
127.384 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum, og allar kanningarnar frá í gjár eru greinaðar.
Ein er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsi við koronasmittu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald