Eingin smittutilburður varð staðfest í gjár, og er hetta sostatt sætti dagur á rað, at eingin smitta er staðfest innanlands í Føroyum.
Tað er greitt, nú Landslæknin hevur kunngjørt nýggjastu tølini. Úrslitið byggir á tilsamans 90.706 kanningar. Í gjár vórðu 916 kanningar gjørdar.
Sostatt er støðan framvegis tann, at 411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Ein er staðfestur frískur senasta samdøgrið, og eru sostatt 358 persónar staðfestir frískir tilsamanns. 53 persónar eru smittaðir í løtuni.
Tveir koronasjúklingar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya. Eingin liggur á intensivu deild. 121 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald