Løgreglan framdi í gjár fleiri málrættað átøk í ferðsluni. Við norðara tunnilsmunnan í Kollafirði um døgurðaleitið vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Tveir teirra koyrdu 102 km/t og 103 km/t á landsvegnum har hægst loyvda ferð annars er 80 km/t. Hetta fáa teir klipp og bót fyri.
Á Marknagilsvegnum í Havn gjørdi løgreglan ferðmátingar í gjárkvøldið. Har blivu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra 76 km/t og 79 km/t, har tað annars er loyvt at koyra 50 km/t. Teir fáa eitt klipp í kortið.
Beint aftaná midnátt varð ein bilførari tikin í Leirvík fyri at koyra 85 km/t í bygdum øki. Tað gevur treytaða frádøming av koyrikortinum.
Í Havn var eisini gjørt átak móti rúsdrekkakoyring, og har ein patrulja steðgaði fleiri bilum. Ein persónur var ávirkaður av rúsdrekka.
Seinni kom fráboðan um, at ein bilur koyrdi óstøðugt. Løgreglan fekk fatur á bilinum, og tað vísti seg at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald