2021-09-18 13:22

Í gjár vóru seks nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Í øllum førum er smittukeldan kend, og øll eru smittað í Føroyum.
Samstundis framgongur av hagtølunum, at seks persónar eru staðfestir frískir síðan í gjár, tí talið á smittaðum í løtuni er framvegis 28.
685 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. 143 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald