Seks nýggir koronatilburðir eru staðfestir í dag, upplýsir Landslæknin.
Teir seks tilburðirnir byggja á úrslit frá kanningum, ið vórðu gjørdar umborð á fraktskipinum Cassiopea, sum seinastu dagarnar hevur ligið við síðuna av russiska trolaranum Karelia við bryggju í Ánunum í Klaksvík.
Øll manningin, sum telur 23 mans, varð kannað.
Eftir ætlan leggur Cassiopea leiðina til Afrika í dag. Hesum hevur Landslæknin tó mælt skiparanum frá at gera, sigur Heilsumálaráðið.
Fraktskipið Cassiopea (Mynd: Pól Sundskarð)
Landslæknin heitti í gjár á øll, ið hava havt samband við útlendsku manningarnar á teimum trimum skipunum, sum seinastu tíðina hava ligið við bryggju í Ánunum í Klaksvík, um at vísa serligt varsemi. Hann mælir í dag øllum teimum, ið hava havt samband við manningina um at lata seg kanna, sama um tey hava sjúkueyðkenni ella ei. Eisini skulu tey leggja stóran dent á halda frástøðu og hava gott reinføri.
Les eisini: Landslæknin hetir á fólk um at visa varsemi
Samlaða talið á tilburðum, sum eru staðfestir í Føroyum er nú komið upp á 220, og standa 32 fólk sostatt til at vera smittað í løtuni.
Tilsamans eru 36.125 kanningar gjørdar í Føroyum.
Dagførd kl. 17.54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald