Fyri einari tíð síðani varð starvið sum skúlastjóri í Hoyvíkar Skúla lýst leyst.
Hans Jón Thomsen var í fleiri ár stjóri í skúlanum, men tvøramaðurin tók við ársbyrjan við sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Varaskúlastjórin, Jens á Skipagøtu, hevur røkt starvið alt 2023.
Hans Jón Thomsen fór frá sum stjóri 1. januar, tí hann fór í starv í HSF (Mynd: Sverri Egholm)
Freistin at søkja var úti á midnátt mánadagin. Eftir freistina er greitt, at seks fólk vilja vera skúlastjóri í Hoyvík.
Hetta skrivar Skúlablaðið í dag.
- Í Hoyvíkar skúla eru 349 næmingar í 1.-9. flokki. Harumframt hevur skúlin serflokk, serliga ætlaður næmingum innan autismuøkið. 16 næmingar eru innskrivaðir í serflokkin. Í skúlanum starvast, umframt leiðsluna, 35 lærarar, 3 námsfrøðingar, skrivari, húsavørðir og vaskifólk.
Starvið er til setanar frá 15. september ella so skjótt sum til ber.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald