Innanlands

Seks verkætlanir fáa menningarkvotur

Høgni Hoydal kallaði inn til tíðindafundar uttan at hava nakað at fortelja

2019-07-01 14:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað, at tað eru seks verkætlanir, sum fáa menningarkvotu í ár, var stórt sæð, tað einasta, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, kundi siga av tíðindum, tá hann – nakað seinkaður – hitti samlaðu føroysku tíðindapressuni á Fiskimálaráðnum í dag.

Eftir at hava útsett kunngerðina av, hvør fær tillutað menningarkvotur í ár, høvdu miðlarnir roknað við at fáa nakað at vita, tá kallað varð inn til tíðindafundar í dag klokkan 14

- Tíverri fái eg ikki sagt tykkum nú hvør fær menningarkvoturnar. Men eg lovi, at tit fáa tað at vita so skjótt, sum móttakararnir av menningarkvotunum hava fingið svar.

Soleiðis segði landsstýrismaðurin á tíðindafundinum.

Orsøkin til, at vit ikki kunnu fáa at vita hvør hevur fingið er, at móttakararnir fyrst skulu fáa boðini, teldupostarnir eru ikki sendir avstað fyrr enn í dag.

Hann kundi eisini greiða frá, at tað vóru innkomnar 37 umsóknir til nógv størri tonsatal, enn møguleiki at geva út, at kinkur kom í arbeiðið, tá eitt virki á Sandoynni lat aftur og at eitt greiningararbeiði, sum landsstýrismaðurin sjálvur hevur biðið um, hevur gjørt, at alt ov drúgv tíð er gingin.

- Eg vil tíverri ikki siga enn, hvør hevur fingið, men tær verkætlanir, sum koma upp á tal eru verkætlanir, sum lúka treytirnar um, at økið skal vera rakt av arbeiðsloysi, fráflyting og búskaparligum stígi, og her eru tað tey sunnaru økini í Føroyum, sum lúka hesar treytir, segði Høgni Hoydal.

Hann lovaði, at so skjótt sum móttakararnir eru kunnaðir, verður tíðindaskriv sent út við upplýsingum um hvør fær og hvussu nógv.

Og hann fekk tað at ljóða, sum um tað verður seinni í dag... 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder