Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna, sum hava samráðst við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) vrakaðu í dag eitt semingsuppskot, sum varð lagt fyri partarnar, boðar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frá.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og handverkarafeløgini hava samráðst um at endurnýggja sáttmálan partanna millum, sum fór úr gildi 1. januar 2026, og
tá partarnir ikki sjálvir megnaðu at koma á mál við einum sáttmála varð avtala gjørd um at fáa Semingsstovnin upp í samráðingarnar.
Semingsuppskot varð lagt fyri partarnar í gjárkvøldið um klokkan 22, og partarnir fingu síðani freist at svara til á middegi í dag.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tók einmælt undir við at góðkenna semingsuppskotið, men handverkarafeløgini vrakaðu tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald