Semingstovnurin fer ikki at gera meira fyri at finna eina semju í sáttmálatrætuni millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Eitt uppskot varð lagt fyri partarnar í gjár. Fíggjarmálaráðið góðtók semingsuppskotið, og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vrakaði tað.
- Hetta hevur verið ein drúgv ósemja, og tað sær ikki út til at partarnir eru komnir hvørjum øðrum so mikið nóg nærri, at tað kann føra til eina loysn, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við útvarpið í dag.
- Fyrr ella seinni verður ein semja, men tað er harmiligt at prísurin er so høgur við at Sjúkrahúsini liggja lamin í so langa tíð.
Hann greiðir frá, at tað, at Semingstovnurin roynir alla tíðina at finna semju, kann frátaka ábyrgdina frá pørtunum. Men tað eru partarnir sum eiga ábyrgdina.
Nú ger Semingstovnurin einki uttan at týðiligar ábendingar eru, at tað er nytta at gera tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald