Klokkan eitt í dag var semingsuppskotið, sum semingsmenninir Terje Sigurðsson og Símun Abrahamsen løgdu fyri Lønardeildina og Starvsmannafelagið í gjárkvøldið undirskrivað.
Tá partarnir komu aftur til semingsmenninar klokkan 13, vóru boðini, at báðir partar hava góðtikið sáttmálan
Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, segði við Kringvarpið fyri løtu síðani, at uppskotið er ein loysn, sum tey kunnu liva við.
- Fyrsta árið gevur tað (lønarhækking, red.), sum vit vónaðu, meðan annað árið gevur nakað undir okkara vón. Men samanlagt kunnu vit siga, at vit kunnu liva við hesi semjuni, segði Súni Selfoss.
Fyrsta árið fáa limirnir smáar 800/600, ávikavist, krónur oman á lønina, har tey lægstu lønarbólkarnir fáa meira enn teir hægru. Annað árið er ein vøkstur á 2,25 prosent.
Samlaða hækkingin fyri allar limir Starvsmannafelagsins verður 5,2 prosent yvir tvay ár.
Bachelorarnir í Starvsmannafelagnum fá nú løn ájavnt við aðrar, tað vil siga, at endalønin hjá eitt nú journalistum, bókavørðum og sosialráðgevum hækkar um 4.000 krónur.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, segði við útvarpið fyri løtu síðani, at hóast semjan ikki var tann, sum ynskt var frá landsstýrisins síðu, so var semjan so mikið góð, at valt varð at skriva undir.
Les eisini: Rímiligur lønarvøkstur og framtíðartryggjan av felagnum
(Tekstur broyttur kl. 15.33)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald