2020-07-08 08:15
Fíggjarmálaráðið hevur týsdagin gjørt trý ára sáttmála við Føroya Skipara- og Navigatørfelag fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022, tað boðar Fíggjarmálaráðið frá á heimasíðuni.
Semjan er fyri navigatørar, ið sigla við skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins og Havstovuni. Hækkingarnar í løn og eftirløn eru á sama støði sum hjá øðrum feløgum, ið hava gjørt semju fyri hetta tíðarskeiðið.
Avtala er eisini gjørd um, hvussu navigatørstørvini umborð á nýggja havrannsóknarskipinum, Jákup Sverri, og nýggju tríkiljuni verða lønt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald