2020-07-06 19:55
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinnapartin í dag varð semja undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
Hesum boðar Maskinmeistarafelagið frá í dag.
Talan er um nýggjar sáttmálar fyri maskinmeistarar í almennum størvum á landi, hjá Strandfaraskipum Landsins og við skipum hjá Havstovuni.
Sáttmálarnir eru galdandi í trý ár og lønarhækkingarnar eru:
1. oktober 2019 - 2,56%
1. januar 2021 - 2,05%
1. oktober 2021-1,25%
Sáttmálarnir umfata eisini nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra og nýggju trýkiljuna hjá Strandfaraskipum Landsins.
Harumframt eru gjørdar onkrar smærri broytingar og tillagingar í sáttmálunum, sigur Maskinmeistarafelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald