Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið hava seinnapartin skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019, og handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi 23. juni í ár. Partarnir hava verið á trimum fundum, og í dag varð semja um nýggjan sáttmála undirskrivað.
Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.
Tann 1. oktober 2019 hækkar lønirnar 2,56 prosent
Tann 1. januar 2021 hækkar lønirnar 2,05 prosent
Tann 1. oktober 2021 hækkar lønirnar 1,25 prosent
Í semjuni er eisini broytingar í skalagongd fyri ávísar bólkar, umframt hægri praktikvegleiðaraviðbót og hægri bólkaleiðaraviðbót, skrivar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald