Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið hava seinnapartin skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019, og handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi hin 24. februar 2020. Síðan tá hava seks fundir verið millum partarnar, og í dag varð semja um nýggjan sáttmála undirskrivað.
Talan er um eina 3 ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.
Tann 1. oktober 2019 hækkar lønirnar 2,56% Tann 1. januar 2021 hækkar lønirnar 2,05% Tann 1. oktober 2021 hækkar lønirnar 1,25%
Í semjuni er eisini áseting um broyting av orðing í §1, stk. 2 um viðbøtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald