Innanlands

Semja um at fara undir umfatandi umvælingar av bústovnum

Nógv tann størsti tørvurin er í høvuðsstaðarøkinum

Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-04-23 11:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið – sum tað var mannað til fyrstu viðgerð í morgun – er rættiliga samt um, at stundin nú er komin at seta pengar av til at umvæla og dagføra eina røð av vardum bústøðum og stovnum undir Almannaverkinum, sum treingja til tað.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram sum eitt uppskot til samtyktar. Talan er um at fáa heimild til brúka upp til 33 milliónir krónur til viðlíkahald komandi árini.

Tingfólk eru samd um, at viðlíkahald av almennum bygningum er eitt øki, sum hevur ligið á láni seinastu árini, og tí var ongin, sum talaði ímóti at geva landsstýriskvinnuni hesa heimild.

Við uppskotinum er ein listi yvir tær adressur, sum ætlanin er at umvæla hesi komandi fýra árini. Nógv flestu adressurnar eru í høvuðsstaðarøkinum, og løgtingsfólk vóru eisini samd um, at tað er høvuðsstaðurin, sum bløðir mest, tá tað snýr seg um vantandi viðlíkahald av bústøðum og stovnum undir Almannaverkinum.

Av teimum 21 stovnunum, sum eru á listanum, liggja teir 16 í Havn, Hoyvík ella á Argjum.

Eisini settu tingfólk ivamál um, tað ber til at umvæla heilar 21 stovnar fyri 33 krónur, og enntá tá ætlanin er, at hetta skal fáa 25 nýggj búpláss til vega.

Undanfarni fíggjarmálaráðharrin, Kristina Háfoss, ávaraði tó um, at henda ætlanin ikki má gjøgnumførast við at taka pengarnar frá teimum stovnum, sum ætlanin er at byggja, men sum eru útsettir, tí teir vísa seg at varða dýrari enn ætlað.

Stovnarnir, sum ætlanin er at fara undir at umvæla í ár eru hesir: Økisdepilin á Eiðisvegi í Vági, sambýlið á Traðarvegi í Sandavági, Blikagøta 75 í Runavík, Hóvabrekka 3 á Argjum, sambýlið á Fugloyarvegi í Havn og tríggjar adressur á Eirargarði í Havn.

Í 2021 er ætlanin at fara undir at umvæla hesar stovnar: sambýlini á Sundsvegi, Stoffalág, Smærugøtu og eystan Heyg, øll í Havn og Mýrisóljan á Gerðisvegi í Runavík.

Í 2022 eru trý sambýli á skránni: Rúnarvegur í Runavík, Grønlandsvegur í Havn og Pætursgøta í Hoyvík.

Og í 2023 er túrurin komin til hesar stovnar: Sambýlið í Niðarugøtu og vikuskiftisumlættingin í Ovarugøtu í Hoyvík, sambýlini í Børkugøtu og á Bóndaheygi í Havn og frítíðartilboðið í Svanga í Havn. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder