Innanlands

Semja um maskinmeistarar hjá Vørn

Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið hevur í dag skrivað undir nýggja avtalu – Lønarhækkingin hjá hesum maskinmeistarunum er tann sama sum hjá øðrum tænastumonnum

Mynd: Maskinmeistarafelagið

Mynd: Maskinmeistarafelagið

2020-09-18 14:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á middegi í dag varð semja undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið um nýggja avtalu fyri maskinmeistarar við skipum hjá Vørn.

Sáttmálaskeiðið er frá 1. oktober 2019 til 31. september 2022.

Hesir maskinmeistarar eru tænastumenn og lønarhækkingin er tann sama, sum hjá øðrum tænastumonnum. Harafturat eru gjørdar onkrar tillagingar og dagføringar.

Semjan sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder