Innanlands

Semja um nýggjan sáttmála undirskrivað

Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið undirskrivaðu í gjár semju um nýggjan sáttmála

2023-06-21 07:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið hava undirskrivað semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2022, og á fundi hin 26. oktober 2022 handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv.

Talan er um eina tvey ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.

Tann 1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8%, og tann 1. oktober 2023 hækkar lønin 4,04%.

Í semjuni eru eisini broytingar í ásetingunum í sáttmálanum um eitt nú starvslýsingar og sjúku, umframt broytingar í bólkaleiðaraviðbótini og viðbótini fyri frítíðarlegugjald o.a. Harumframt fær lønarlyftið, sum samgongan hevur sett sær fyri at geva lægst løntu bólkunum á umsorganarøkinum, gildi tann 1. januar 2024.

Semjan sæst her, og avtalan um lønarlyft sæst her.

Fíggjarmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder