Landsstýrissamgongan er klár at leggja uppskot fyri løgtingið, sum gevur ein munandi skattalætta til tey lág- og miðalløntu.
Hetta segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við kringvarpið fyri løtu síðani.
Landsstýrissamgongan hevur sitið á samgongufundi í Tinganesi seinnapartin, har skattalættin var á skránni.
Og sambært løgmanni er full semja í samgonguni um skattalættan og hvussu hann skal fíggjast. Sambært løgmanni snýr tað seg um at geva teimum lág- og miðalløntu ein munandi skattalætta. Men løgmaður vil onki siga um innihaldið fyrr enn uppskotið verður lagt fram á løgtingi, væntandi á seinasta framløgudegi fyri jól, sum er fríggjadagin 4. november.
Sambært løgmanni er eisini full semja um, hvussu skattalættin skal fíggjast.
Kringvarpið hevur í dag fleiri ferðir gitt frá óváttaðum keldum, hvussu partur av skattalættanum skal fíggjast. Tað verður gjørt m.a. við at innføra ein CO2-gjald og at niðurlaga sjómanna- og uttanlandsfrádráttin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald