Innanlands

Semja undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Yngri Læknar Føroyar

Semja er í dag gjørd millum Yngri Læknar Føroyar og Fíggjarmálaráðið fyri eitt trý ára tíðarskeið

2023-11-06 14:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Semja er í dag gjørd millum Yngri Læknar Føroyar og Fíggjarmálaráðið fyri eitt trý ára tíðarskeið. Semjan byggir á ein lønarkarm, sum fyrsta árið er 3,8% og næsta árið er 4,04%. Triðja árið verður tað sama sum onnur feløg fara at fáa á almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini eru nakrar broytingar gjørdar í sáttmálatekstinum.

Tað nýggja í semjuni er, at ein avtala er gjørd um at arbeiða við eini høvuðsavtalu í sáttmálaskeiðinum. Hetta er ein høvuðsavtala, sum er ein yvirornað avtala, sum skipar viðurskiftini millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar.

– Nýggja semjan við Yngri Læknar Føroyar er góð, og tað er gott, at semjan røkkur longri enn tvey ár fram. Hetta ger, at partarnir fáa stundir og frið at arbeiða við øðrum týðandi tættum og koma víðari við lønarsamráðingunum. Men tað, sum eg eri serliga glað fyri við hesi semju, er, at partarnir eru samdir um at arbeiða við eini høvuðsavtalu í sáttmálaskeiðinum, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder