![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Atlantic Workers Union hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála fyri tvey tey komandi árini.
Semjan er á sama støði, sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í juni og var tann fyrsta í samráðingarrunduni 2020-2022.
- Felagið hevur í samráðingunum havt virðing fyri tí støðu flogvinnan er í, og báðir partar hava verið semjusøkjandi, sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.
Eisini Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um at komið er á mál í hesum samráðingunum, og at tað eydnaðist at røkka eini semju, sum báðir partar eru nøgdir við.
- Ein orsøk til hetta er, at báðir partar høvdu eina felagsfatan av støðuni í flogvinnuni, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald