Tvørákvinnan Elin Mortensen tók við starvinum sum sendikvinna Føroya í Brússel í septembur í 2018, og hevur hon røkt starvið sum sendikvinna í eitt lítið hálvt ár. Tað hevur verið eitt hendingaríkt hálvár við nógvum spennandi avbjóðingum, og
- tað er ein sera spennandi og gevandi uppgáva at skula umboða Føroyar í ES-høvuðsstaðnum. Tað sigur Elin Mortensen við Portalin í dag.
Hon leggur aftrat, at tað er ein stór broyting at flyta við familjuni úr Havn til Brússel. - Hetta hevur tó gingið sera væl, hóast vit eisini sakna Føroyar, familjuna og vinirnir heima, sigur Elin Mortensen.
Elin hevur verið partur av Uttanríkistænastuni í Føroyum í 10 ár, og hevur tikist við øll økini, sum Uttanríkistænastan varðar av, so hon hevði gott innlit í, hvat starvið sum sendikvinna fór at innibera.
- Tó skal sigast, at eg kanska ikki hevði ímyndað mær, at uppgávurnar vóru so ymiskar, sum tær í roynd og veru eru, sigur sendikvinnan.
Hvussu er at búgva í ES høvuðsstaðnum?
Tað er hugtakandi at vera í hjartanum av Evropa. Tað eru fáir aðrir býir í heiminum, har so nógv ymisk lond og áhugamál eru umboðað. Hetta merkist á býnum, har tú allastaðni hoyrir nógv ymisk mál. Elin vísir á, at hetta eisini hevur við sær, at fólk eru opin og áhugaði i at hoyra um onnur viðurskifti, enn síni egnu.
Tað eru nógv, sum ikki eru varug við, at Brússel er samansett av 19 ymiskum kommunum. Tað gevur býnum ein heilt serligan dám við nógvum ymsum smærri miðbýum við sínum heilt egna samleika og sjarmu. Her eru eisini óvanliga nógv grøn øki í mun til aðrar evropeiskir høvuðsstaðir.
- Brússelbúgvar eru sum heild sera blíðir og fólk heilsa, tá tey ganga framvið, sigur Elin Mortensen.
Hvussu er andin í Brússel, nú Brexit er í hæddini?
Hetta er ein serlig tíð í Evropa við millum annað Brexit, populistiska rákinum og ósemjum um flóttafólkaspurningin. Men hetta er eisini ein tíð, har undirtøkan fyri ES er søguliga stór, og Elin Mortensen heldur tað vera áhugavert at fylgja valstríðum fram til 26. mai, tá valið til ES tingið verður.
- Tað eru tó ikki nógvar samrøður, har vit ikki koma inn á Brexit her í býnum. Nógv orka fer til samráðingarnar við bretsku stjórnina, samskipanina millum ES limalondini og ikki minst fyrireikingarnar til eina møguliga støðu, har ongin avtala er millum ES og Bretland.
Samstundis halda tey flestu áfram við júst teimum uppgávunum, sum tey annars høvdu gjørt. Lívið skal eisini ganga víðari í evropeiska samstarvinum.
- Fólk eru ørkymlað av støðuni, men hava eisini eitt ynski um at fáa málið avgreitt, sigur Elin Mortensen.
Hvørja ávirkan kann Brexit fáa fyri Føroyar?
Brexit fer við nógvari tíð á sendistovuni. Av tí, at Føroyar ikki eru partur av ES, snýr arbeiðið hesumegin Ermarsund seg fyrst og fremst um at fylgja væl við og at røkja sambond, sum kunnu greiða frá støðuni í ES og fyrireikingunum hjá londum, sum hava áhugamál, ið eru lík okkara. Ein týðandi partur er eisini at taka lut í arbeiðinum hjá Brexit-bólkinum hjá Landsstýrinum.
Bretland er millum størstu búskapirnar í heiminum og haraftrat okkara næsti granni, so tað fer at ávirka Føroyar, tá Bretland fer úr mest umfatandi millumtjóða samstarvinum í heiminum.
- Bretland er okkara triðstørsti útflutningsmarknaður. Tí er júst undirritaða fríhandilsavtalan, sum tryggjar, at handilin við Bretland stórt sæð kann halda áfram ótarnaður eftir Brexit, eitt sera týðandi stig á leiðini, sigur Elin Mortensen.
Fiskivinnuøkið hevur eisini stóran týdning; bæði at tryggja eitt gott sínámillum og millumtjóða samstarv við Bretland. Á hesum økinum hevur eisini verið støðugt og gott samskifti við bretskar myndugleikar.
- Brexit hevur longu broytt okkara samstarv við Bretland, og fer uttan iva eisini við tíðina at ávirka samstarvið við ES. Bert framtíðin kann siga okkum júst hvussu, sigur Elin Mortensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald