Innanlands

Sera langar bíðirøðir við óhapsstaðið

Rokna við, at ferðslan kann sleppa ígjøgnum innan alt ov langa tíð

Á myndini kann hómast hvussu long bilarøðin er sunnan fyri Hvalvík

Á myndini kann hómast hvussu long bilarøðin er sunnan fyri Hvalvík

2020-06-24 18:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú bendir okkurt á, at tað skjótt aftur verður koyrandi eftir landsvegnum í Hvalvík, har eitt ferðsluóhapp hendi fyri góðum tíma síðani.

Fleiri bilar vórðu blandaðir í óhappið, og fleiri persónar eru eisini fluttir á landssjúkrahúsið. Sjúkrabilarnir eru júst komnir til til Havnar í fullum útrykningi.

Men enn veit vaktleiðarin ikki at siga, hvussu nógv fólk eru rakt av ferðsluóhappinum, og hvussu stórur persónsskaðin er.

Vegurin hevur tískil verið stongdur fyri ferðslu, og serliga sunnan fyri Hvalvík er bíðirøðin sera long – heilt suður móti Kjalnesi, frætta vit.

Tórshavnar sløkkilið hevur sent ein bil norðureftir, til tess at rudda vegin áðrenn ferðslan kann koyra aftur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder