Serbar í norðara parti av Kosova fara í dag í holt við at taka burtur vegaforðingar. Tað upplýsir serbiski forsetin, Aleksandar Vučić, fyri Reuters tíðindastovuni.
Lastbilar hava verið settir tvørtur um vegirnar nógva staðni fyri at mótmæla at ein fyrrverandi løgreglumaður varð handtikin. Handtøkan førdi til mótmæli frá serbiska minnilutanum í Kosovo.
Løgreglumaðurin, Dejan Pantic, er nú leyslatin úr fongslinum, og varð í ístaðin settur í húsavarðhald.
Tað er ósemja millum Kosovo og Serbia um felags landamarkið. Í gjár heitti ES og USA á Kosovo og Serbia um “í stundini” at taka stig til at minka um spenningin millum londini.
- Vit heita á øll um at vísa afturhald, og í skundi at gevast við at eggja til ósemju millum londini, ljóðaði felags áheitanin frá ES og USA.
Tað búgva 1,8 milliónir fólk í Kosovo. Nógv tey flestu eru av albanskum uppruna. Í norðara parti búgva tó umleið 50.000 fólk av serbiskum uppruna.
Etnisku serbarnir fáa stuðul frá landsmonnum í Serbia og eisini frá stjórnini í Beograd.
Í november tóku serbar seg úr løgregluni, dómstólunum og øðrum stovnum í Kosovo. Orsøkin var, at stjórnin í Kosovo hevði ætlanir um at skifta út nummarpláturnar á bilum í norðara parti av landinum. Hesar hava higartil verið útskrivaðar av serbiska statinum. Hetta stríðið er nú av við eini avtalu, har ES hevur virkað sum millumlið.
Tað førdi til ófrið og vegastongsul við markið, og skotið varð móti løgreglu og altjóða friðarvarðveitandi herdeildunum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald