2023-08-26 10:52
Báturin Serenity siglir á nólsoyarleiðini í dag í meðan ternan røkir farmasiglingina á kalsoyarleiðini.
Serenity siglir til og frá Kongabrúnni og fer fyrsta túrin til Nólsoyar klokkan 12:30. Siglt verður millum Havnina og Nólsoy í pendulfart frá kl. 12:30 til umleið kl. 14 ella so leingi tørvur er á ferðafólkaflutningi.
Serenity tekur 12 ferðafólk og túrurin tekur áleið 15 minuttir, sigur Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald