Í 1968 og 1969 var enski fríyrkismyndamanninum Adam Woolfit í Føroyum. Har tók hann myndir av føroyskum náttúrulandsløgum og føroyskari mentan - myndir ið vóru í myndablaðnum National Geographic í 1970, og sum Tjóðsavnið fekk fyri tveimum árum síðani. Serframsýningin er eitt hátíðarhald fyru, at tað eru 50 ár liðin, síðan blaðið kom út í 1970.
Myndasavnið verður nú víst fram undir navninum "Gløgt er gestsins eyga - National Geographic í Føroyum".
- Adam Woolfitt er føddur í Onglandi í 1938. Longu sum 11 ára gamal tók hann eina avgerð – eg vil verða myndamaður. Adam tók útbúgving á Guilford College og arbeiddi millum annað sum myndamaður á einari lýsingarstovu og á blaðstovuni hjá The Telegraph í 6 ár. Hendan verðin var tó ikki fyri hann, og sum 28 ára gamal fekk hann fyrstu fríyrkisuppgávuna fyri myndablaðið National Geographic.
Soleiðis skrivar Tjóðsavnið um mannin, ið hevur tikið myndirnar, ið verða sýndar fram og sum eru til sølu. Í samband við upplatingina av serframsýningini, verður ein stuttfilmur vístur við Adami Woolfitt, har hann greiðir frá tíðini í Føroyum í 1968 og 1969, skrivar Tjóðsavnið.
"Gløgt er gestsins eyga - National Geographic í Føroyum" letur upp í dag klokkan 14.00 í Auluni í Finsen, og verður opin hvønn dag fram til og við 2. august frá kl. 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald