
Í trivnaðarkanning oman á trivnaðarkanning hava lesandi á Fróðskaparsetri Føroya víst á, at fysisku karmarnir eru ikki nøktandi. Lesandi hava ikki dult fyri, hvussu tað skalar trivnað og lestrarlív, at Setrið er so spjatt kring høvuðsstaðnum. Síðani er tað eisini trotið á bíligum lestrarbústøðum, sum leggur alt ov stórt trýst á tey, sum velja at nema sær hægri útbúgving í Føroyum.
Hendan støðuna skulu Setrið og landið gera upp við, og uttanhýsis metingarnevndin, sum nú hevur latið Uttanríkis- og mentamálaráðnum sína frágreiðing um Fróðskaparsetrið, gevur teimum lesandi rætt.
Á heimasíðu sínari skrivar Fróðskaparsetur Føroya, at í eftirmetingini av Fróðskaparsetri Føroya sigur uttanhýsis serfrøðingabólkurin, at fremsta tilmælið fyri at góðskumenna útbúgvingarnar er at skunda undir kampussið. Tað skal eisini sniðgevast soleiðis, at fólk trívast við at læra og búleikast har.
- Allir áhugapartar eiga at skunda undir ætlanina at fáa eitt savnað universitetskampus í Havn, sum skal sniðgevast, so at fólk trívast við at læra og búleikast har. Sniðgevingin eigur at taka útgangsstøði í tørvunum hjá lesandi (student experience), atkomiligheit og akademiskari dygdargóðsku (academic excellence) og við tí í hyggju, at kampus skal draga bæði føroysk og altjóða lesandi at sær.
Søgu- og Samfelagsdeildin og tey ið lesa sjúkrarøktrarfrøði halda til í Jónas Broncks gøtu
Ætlanin er, at alt virksemið hjá Setrinum verður savnað á einum staði. Hendan ætlanin hevur verið í umbúna í nógv ár, men hevur ikki verið so nógv umrødd politiskt
Í valstríðnum skipaði Fróðskaparsetrið fyri poltiskum formansumfari í Kongshøll, har forfólkini tyktust rímiliga samd um, at neyðugt er at byggja eitt kampus skjótt.
Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Setrið og í Kampusbólkinum, sum arbeiðir við verkætlanini, er púra samdur við serfrøðingabólkinum. Meira ferð má setast á, og landsstýrið má av álvara raðfesta hesa týdningarmiklu íløguna í fólk og samfelag.
- Vit hava prógvað, at íløgur í hægri útbúgvingar geva úrslit og kunnu venda fráflyting til tilflyting. Stóri bágin er, sum serfrøðingabólkurin eisini leggur dent á, at teir óhóskandi fysisku karmarnir ikki stimbra undir menning av útbúgvingunum. Og tann menningin má og skal til, nú Føroyar vilja fáa Setrið altjóða góðkent. Tí frøddi tað meg at hoyra forfólkini í politisku flokkunum undir valstríðnum tala fyri kampusætlanini. Og nú vóni eg, at nýggja samgongan fer at lurta eftir tilmælinum frá serfrøðingabólkinum og seta meira pening av og harvið seta meira ferð á kampusætlanina”, sigur Ólavur Ellefsen, stýrisformaður.
Til ber at lesið alla frágreiðingina frá eftirmetingarbólkinum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald