Bretski forsetisráðharrin, Boris Johnson sigur seg ikki kunna lova, at tað ikki endar við einum sonevndum "hard brexit", 31. oktober, tá bretar í seinasta lagi skulu fara úr ES.
Sambært fleiri søgufrøðingum og politiskum serfrøðingum, kann hetta gera enda á Stórabretlandi.
Robert Ford, professari í politikki á universitetinum í Manchester, sigur við CNN, at tað ikki hevði komið óvart á hann, um eitt "hard brexit" var tað, sum av søgufrøðingum verður mett at vera tað, sum gjørdi ein enda á Stórabretland.
Boris Johnson hevur fleiri ferðir lagt dent á, at hann elskar Stórabretland og øll fýra londini í felagsskapinum, Ongland, Skotland, Wales of Norðurírland.
Tíverri tykist hetta ikki at ganga báðar vegir. Í farnu viku, tá Boris Johnson vitjaði í Skotlandi, Wales og Norðurírlandi, varð hann m.a. møttur av buh-rópum.
Stuart Ward, professari á Universitetinum í Keypmannahavn, sigur við TV2, at hann ikki er í iva um, at eitt "hard brexit" fer at seta gongd í loysingarkjakið aftur í Wales, Skotlandi og Norðurírlandi.
Meiriluti fyri loysing í Skotlandi
Serliga í Skotlandi tykist Boris Johnson at vera illa dámdur.
Skotar søgdu annars nei til at loysa frá Stórabretlandi, tá fólkaatkvøða var í 2014. 55 prosent atkvøddu ímóti at loysa frá Stórabretlandi, meðan 44 atkvøddu fyri.
Men nú tykist støðan at vera ein onnur.
Fyrr í vikuni vísti ein meiningakanning, at meiriluti var fyri skotskari loysing.
Á fólkaatvkøðuni um brexit í 2016 atkvøddu 62 prosent av skotunum eisini fyri at verða verandi í ES.
Stuart Ward heldur, at ein avleiðing av einum hørðum brexit verður, at Skotland fer at skipa fyri fólkaatkvøðu um loysing innan tvey ár.
- Nicola Sturgeon (skotski fyrstiráðharrin, red.) hevur politiska heimild at útskriva eina nýggja fólkaatkvøðu, um grundleggjandi støðan í Bretlandi broytist, og tað er tað, sum eitt hart brexit fer at hava við sær. Ein nýggj fólkaatkvøða skal tó góðkennast av Boris Johnson, og eg rokni við, at Johnson fer at royna at blokera fyri umbønini hjá Sturgeon um fólkaatkvøðu. Tað síðsta Johnson hevur brúk fyri er enn ein fólkaatkvøða og ein skotskur meiriluti fyri loysing, sigur hann.
Stuart Ward leggur afturat, at skotar kunnu gera eins og Katalonia og skipa fyri fólkaatkvøðu, sum verður politisk men ikki løgfrøðiliga galdandi.
Les eisini: Skotland: Meiriluti fyri loysing
Í Norðurírlandi var meiriluti eisini fyri at vera verandi í ES. Tá atkvøddu 55 prosent av norðurírum fyri at vera verandi.
Stuart Ward heldur ikki, at tað er ósannlíkt, at Norðurírland fer at ynskja at loysa, men Boris Johnson hevur eisini stuðul í landinum, m.a. frá norðurírska flokkinum Democratic Unionist Party, (DUP).
Í Wales atkvøddi meirilutin av fólkinum fyri at fara úr ES, men møguleikin fyri einum hørðum brexit hevur fingið fólk at stúra.
Sambært Mark Brakefield, fyrstiráðharri í Wales, vísti Boris Johnson manglandi vitan um smálutirnar í brexit-málinum, tá hann á fyrsta sinni vitjaði í Wales.
Hóast hetta, verður ikki mett, at Wales fer at loysa í nærmastu framtíð, sigur Stuart Ward. Í Wales eru tey nevniliga meira skeptisk yvirfyri ES, og loysingarrørslan har er heldur ikki so stór sum í hinum londunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald