2025-11-02 15:19
Í minsta lagi seks persónar hava í nátt latið lív í russsiskum álopum á Ukraina, upplýsir ukrainski ríkisákærin.
Álopini, sum kravdu mannalív, raktu landslutirnir Dnipropetrovsk og Odesa í ávikavist Eystur- og Suðurukraina.
Umframt hetta hava 58.000 borgarar í Zaporizjzja mist streymin, meðan allur Donetsk-landsluturin eisini er uttan streym, skrivar Ritzau.
Russland boðaði í nátt frá ukrainskum dronuálopum á russiska havnabýin Tuapse í Krasnodar-landslutinum við Svartahavið.
Tvey útlendsk skip og oljumóttøkustøðin á havnini feingu skaða í álopinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald