Innanlands

Skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

Nógv fólk hava verið í býnum um vikuskiftið, men tað hevur gingið friðarliga fyri seg, upplýsir løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-02 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv fólk hava verið í býnum hetta vikuskiftið, bæði leygarnáttina og sunnunáttina, men kortini hevur tað sum heild gingið friðarliga fyri seg, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan hevur í hesum sambandi hjálpt fullum fólki, sum ikki megnaðu at koma til hús sjálvi, men annars hevur løgreglan ikki havt nakrar trupulleikar av teimum, sigur vaktleiðarin.

Tað einasta málið, sum er skrásett í nátt, er ein, sum varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka í Havn. Annars hevur vikuskiftið verið stak friðarligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder