Í gjár broytti danska heilsustýrið tilmælið um frástøðu frá at vera tveir metrar til ein metur. Í Føroyum er tilmælið framvegis tveir metrar, men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði við útvarpið, at tað helst verður broytt einaferð í komandi vikunum.
Í flestu førum er ein metur nóg mikið, metir danska heilsustýrið, men Allan Randrup Thomsen, virologur á Universitetinum í Keypmannahavn sigur seg ivast í hesum. Hann sigur seg óttast fyri, at smittuvandin aftur økist, tá fólk byrja at halda minni frástøðu.
– Eg føli meg ikki tryggan. Eg harmist um, at frástøðan er vorðin minni enn hálvurannar metur, sigur hann sambært Ritzau.
Allan Randrup Thomsen vísur á, at tað er vandamikið at gera royndir við frástøðu, samstundis sum mann letur samfelagið meira upp.
– Vit eru ikki ósærilig, og smittan kann økjast, sum vit hava sæð í Týsklandi. Tveir metrar hevur riggað higartil. Vit hava gjørt eitt gott arbeiði, og tað eiga vit at halda fram við.
Tað, sum hann serliga stúrir fyri er, at frástøðan á ein metur verður enn minni.
– Tað er sum tá mann hevur eina hámarksferð, so eru nógv, sum koyra eitt lítið sindur yvir markið. Sostatt verður væntandi ikki talan um ein metur menn minni enn tað, so har er eingin trygd yvirhøvur. Kanska har enntá er onkur, sum fullkomiliga gloymir tilmælið.
Tað er Heimsheilsustovnurin WHO, sum nú mælir til eina frástøðu uppá ein metur, og hesum hevur danska heilsustýrið valt at fylgja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald