Tað er mangt og hvat, ein kann brúka kokosolju til - til kropskrem, hárkur og til matgerð.
Men nú ávarar epidemiologi-professari Karin Michels frá Harvard universiteti móti kokosolju, skrivar bretska blaðið The Guardian.
Hon kallar kokosolju fyri "eitt tað ringasta, ein kann eta" og heldur, at tað líka so gott fyri heilsuna sum "reint eitur".
Michels, sum arbeiðir á Harvard TH Chan School of Public Health kom við viðmerkingunum á einum skeiði, sum kallaðist "Kokosolja og onnur føðslumistøk" ('Coconut oil and other nutritional errors', red.).
Michels grundar sína ávaring á tað høga talið av mettaðum feitti, sum er í kokosolju. Oljan inniheldur meir enn 80 gramm av mettaðum feitti fyri hvørji hundrað gramm - meðan smør t.d. inniheldur umleið 50 prosent av mettaðum feitti per 100 gramm.
Kokosolja er vorðin sera vælumtókt seinastu árini, og sølan er hækkað frá 1 til 16 milliónir pund í Stórabretlandi síðstu fýra árini.
Bretska hjartafelagið tekur undir við ávaringini hjá Michels, sigur Victoria Taylor, sum er seniordiætist í bretska hjartafelagnum.
- Vit vita, at um kosturin hjá einum inniheldur nógv mettað feitt, so er størri vandi fyri hækkaðum kolesteroli, og høgt kolesterol er ein vandi í sambandi við hjartasjúkur og heilabløðingar.
- Summi halda, at mettaða feitti í kokosolju er betri fyri okkum enn aðrir formar fyri mettaðum feitti, men eingin gransking finst enn, sum stuðlar hesum, sigur Victoria Taylor.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald