![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í Tórshavnar kommunu og í Tvøroyrar kommunu hava tey heitt á foreldur um at halda børnini heima hesa vikuna, og Runavíkar kommuna hevur boðað frá, at dagstovnar ikki lata upp aftur fyrr enn 17. august.
Orsakað av nýggju støðuni, nú korona aftur ger um seg í Føroyum, hevur koronabólkurin fyri dagstovnar í Vága kommunu eisini umrøtt støðuna í gjár, og avgjørt var, at dagstovnar í kommununi lata upp mánadagin sum ætlað.
Bólkurin var samdur um at taka fram aftur tilmæli, sum var galdandi áðrenn dagstovnarnir fóru í summarfrí, og at fylgja teimum tá stovnarnir lata upp aftur mánadagin og týsdagin.
– Foreldur avlevera børnini uttanfyri stovnin og børnini eru á sínari stovu, saman við sínum starvsfólkum. Vit hava avgjørt at stovurnar hava opið frá 7.30 til 16.30. Um tørvur er á ansing út yvir hesar tíðir, verða tit biðin at siga starvsfólkum á stovni frá.
– Fylgt verður við gongdini í samfelagnum og støðan verður eftirmett so hvørt sum broytingar eru í og um landsmyndugleikin kemur við nýggjum tilmælum so fylgja vit teimum, skrivar Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald