Jeff Landry, serliga amerikanska sendifólkið til Grønlands hevur ætlanir um at vitja Grønland í mars.
Tað sigur hann í samrøðu við amerikonsku sjónvarpsrásina Fox News.
Hann sigur eisini, at hann er sannførdur um, at tað ber til at gera eina avtalu um Grønland, og at amerikanski forsetin, Donald Trump meinar tað í álvara, tá hann sigur, at hann vil hava Grønland.
– Eg haldi, at har er ein avtala, sum eigur og fer at verða gjørd, sigur hann.
– Hann (Trump, red.) hevur sagt Danmark, hvat hann ynskir, og nú snýr tað seg um at fáa Marco Rubio uttanríkismálaráðharra og J.D. Vance varaforseta at gera eina avtalu.
Tað var 22. desember, at Trump boðaði frá, at hann hevði útnevnt Jeff Landry til serligt sendifólk til Grønlands.
Landry er 55 ára gamal og hevur verið guvernørur í Louisiana síðan januar 2024. Eisini er hann fyrrverandi hermaður, fyrrvernadi kongresslimur og fyrrverandi løgmálaráðharri í Louisiana, skrivar Ritzau.
Jeff Landry skrivaði á sosiala miðilin X eftir tilnevningina, at tað var ein heiður at tæna í leiklutinum "fyri at gera Grønland til ein part av USA".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald